84 ára gamla Signy Axelsdóttir býr á eldrasambýlinum í Vági, og hon heldur, at tað er í so nógvur negativur stemningur í sambandi við korona. Tí valdi hon í dag at skriva ein upplyftandi tekst á Facebook um lívið á eldrasambýli.
– Nú havi eg lisið nógvastaðni úti á netinum, at vit eldru sita innistongd her á sambýlinum. Grundin er tann, at tey verja okkum gomlu. Men vit gomlu føla ikki tað, at vit eru innistongd her. Vit kunnu gott fara út at fáa okkum fríska luft við at ganga túr runt um húsið. Og okkara avvarðandi kunnu saktans koma niðan ein túr, har vit snakka ella møtast uttanfyri, sigur Signy Axelsdóttir, sum heldur, at starvsfólkini á eldraøkinum gera eitt megnararbeiði.
– Hugsið um starvsfólkini, sum arbeiða á eldraøkinum. Vit síggja tað, at teirra fríheit er tikin frá teimum fyri at verja okkum, sigur hon.
Signy sigur, at tey hava tað sum blomman í egginum á eldrasambýlinum í Vági.
– Vit halda, at vit eru eyka forkelað nú í hesari tíð. Vit hava akkurát fingið nýggj lekkur vindeygu frá kommununi, og vit ivast ikki í, at vit fáa vegin gjørdan, tá umstøður eru til tað, sigur Signy Axelsdóttir og kemur til síðst við einari áheitan til okkum øll:
– Lat okkum fáa tað besta burturúr og vera góð við hvønn annan.