At byrja í 1. flokki er stórhending á lívsleiðini, og spennandi hjá bæði børnum og foreldrum teirra.
Av teimum 766 børnunum, sum fara í 1. flokk komandi skúlaár, eru 371 gentur og 395 dreingir. Næmingarnir eru býttir út á 42 skúlar ymsastaðni í landinum.
Skúlin á Fløtum í Havn er tann skúlin, ið tekur flestar næmingar í 1. flokk komandi skúlaár, nevniliga 92 næmingar.
Næstir koma Skúlin á Argjahamri við 50, Sankta Frans skúli við 48, Runavíkar skúli við 47, Hoyvíkar skúli við 42 og Skúlin við Løgmannabreyt við 41 næmingum.
Tað eru 40 næmingar, sum byrja sítt fyrsta skúlaár í einum av frískúlunum. 17 børn eru innskrivaði í frískúlan Keldan, og sama tal er í Lítlaskúla í Havn. Frískúlin í Havn, sum liggur á Velbastað, tekur 6 næmingar í 1. flokk við skúlaársbyrjan.
Bert ein í fyrsta flokki í fleiri skúlum
Fleiri skúlar eru, har bert ein næmingur byrjar í 1. flokka skúlaárið 2021/22. Skúlarnir eru Dímunar skúli, Haraldssunds skúli, Húsar/Syðradals skúli og Oyndafjarðar skúli.
Skúlin hjá Sunda kommunu, Skúlin við Streymin, er nýggjur. Har fara 2 næmingar í fyrsta flokk.
Nólsoyar skúli, Skopunar skúli, Velbastaðar skúli og Skúlin á Fossánesi hava 4 næmingar í 1. flokki næsta skúlaár. Í Kaldbak, í Sumba og á Viðareiði hava 5 næmingar í sínum 1. flokkum komandi skúlaár.
Tað er Uttanríkis- og mentamálaráðið, ið upplýsir hesi tøl, og gera tey vart við, at broytingar kunnu koma fyri í tølunum, tí fólk bæði flyta til og úr Føroyum.
Í Sosialinum frá mánadegnum 2. august 2021 sæst talva við yvirliti yvir skúlar í Føroyum og hvussu nógv børn teir taka inn í 1. flokk.