70 deyð av sjálvmorðsbumbu í Pakistan

Minst 70 áskoðarar doyðu, tá ein sjálvmorðsbumbumaður sprongdi eina bumbu undir einum flogbóltsdysti í Pakistan í dag. Uppaftur fleiri vórðu løstað, summi illa. -Vit kunnu vátta, at 70 eru deyð. Uppaftur fleiri eru løstað og eru flutt á sjúkrahús, sigur talsmaðurin hjá løgregluni í Baunu-landspartinum, sum er í útnyrðingspartinum av Pakistan.

Løgreglan sigur, at bumbumaðurin sprongdi bumbuna millum fólk, sum vóru komin at hyggja at einum flogbóltsdysti í bygdini Shah Hasan Khan, sum er einar 30 kilometrar frá býnum Lakki Marvat. Har á leiðini hava harðir samanbrestir verið millum pakistanska herin og islamskar uppreistrarmenn, skrivar Reuters.