Fíggjarkreppan í Íslandi kann fáa srtórar avleiðingar, og triði hvør umhugsar at flyta Tað kemur fram í einari kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Morgunblaðið.
Gallup hevur spurt fólk ímillum 18 og 75 ára aldur, og av teimum svara 32,5 prosent, at tey umhugsa at flyta av landinum. Tað vil siga, at umleið 70.000 íslendingar ganga við hugsanum um at rýma av landinum. Gallup ger tó vart við, at lutfalsliga fá svaraðu spurninginum, og tí gevur kanningin ikki ta heilt røttu myndina av støðuni.
Fyrverandi íslendski forsætisráðharrin Halldór Ásgrímsson segði seg fyri stuttum stúra fyri, at fráflyting kann gerast ein stórur trupulleiki fyri Ísland í framtíðini.