690 nýggir tilburðir í Noregi

23 fólk liggja á intensivari deild, og 13 liggja í respiratori.

 

Um midnáttarleitið plaga norðmenn at kunngera nýggjastu tølini yvir covid-19 tilburðir fyri undanfarna samdøgur, og sigast má, at tað gongur ikki serliga væl hjá norðmonnum í løtuni at halda smittuni niðri.

Seinasta samdøgur eru nevniliga staðfestir 690 nýggir smittutilburðir í Noregi. Hetta er eitt heldur minni tal enn samdøgnið frammanundan, tá talið av smittaðum var 725. Tølini mánadagin, týsdagin og mikudagin vóru ávikavist 598, 566 og 626.

Tilsamans hevur Noreg nú havt 27.916 smittutilburðir við covid-19, og í løtuni eru smittutølini veksandi í tilsamans 58 kommunum. Í dag liggja 107 fólk á sjúkrahúsi, 23 av hesum liggja á intensivari deild - og 13 liggja í respiratori.