68 hot-dog upp á 10 minuttir

Joey Jaws Chestnut vann um vikuskiftið HM-kappingina í at eta heitar hundar Kappast varð leygardagin, og eins og í fjør stóð dysturin millum amerikanska Joey Chestnut og japanska Takeru Kobyashi.

Í kappingini ræður um at eta flest møguligar hot-dogs upp á 10 minuttir, og her vann Chestnut við 68 av slagnum.

Í fjør noyddust Kobayashi og Chestnut at eta seg gjøgnum ein umdyst, men hóast japanin í ár setti persónligt met við 64 hotdogs, so megnaði hann altso ikki at fylgja við Chestnut.