64 skattir í Føroyum

Visti tú av, at kring alt Føroya land liggja 64 skattir og bíða eftir at verða funnir?

Hesir sonevndu GeoCaches eru at finna kring allan heim og nú eisini í Føroyum.

Ole Kristian Valle, er ein av fleiri milliónum fólkum, sum hevur skattaveiðu sum frítíðarítriv.

Fyrsti ?cachurin? í Føroyum varð lagdur út 27. mai 2003 av einum týskum pari, sum navngav staðið ?Foggy Sheeptrack?. Tað er gøtan ímillum Havnina og Kirkjubø og higartil er hann funnin 24 ferðir.

Heimasíðan geocaching.com er grundarlagið undir øllum GeoCaching-virkseminum. Har verða ?cacharnir? skrásettir við GPS koordinatum, og har ber til at skráseta seg sum brúkari áðrenn farið verður út at leita.

Hjá Ole Kristian Valle byrjaði tað við, at hann fekk eina telefon við GPS í. Hann vildi nýta telefonina og kom fram á GeoCaching í fjør.

? Eg havi altíð verið áhugaður í ferðavinnu og at koma út í náttúruna. Hetta er ein góður máti at uppliva nakað nýtt og at fáa samband við onnur fólk, sigur hann