Í gjár vóru 614 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Eirikur Lindenskov
971 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 2.889 smittað við korona, 17 eru innløgd við korona, harav átta eru innløgd vegna korona, og 25 eru deyð við korona í Føroyum.