6000 menn úr Miðeystri skulu úr USA

Sambært amerikansku myndugleikunum eru meira enn 300.000 útlendingar í landinum, hóast teirra uppihaldsloyvi eru farin úr gildi

Amerikansku myndugleikarnir hava í seinastuni skipað fyri einum lýsingarátaki, har tey meira enn 300.000 hava fingið boð um at fara av landinum. Úrslitið hevur ikki verið nóg gott, og tí hava myndugleikarnir nú gjørt av at leita eftir teimum.
Menn úr londum í Miðeystri standa fyrst fyri skotum. Tað kemst av einari avgerð hjá stjórnini, sum sigur, at fólk úr londum, sum kunnu metast at hava samband við altjóða yvirgangsvirksemi, skulu vísast av landinum fyrst. Millum útlendingarnar eru umleið 6000 menn úr londum, sum sambært amerikansku myndugleikunum hýsa legum hjá felagsskapinum al-Qaeda. Og sambært einum talsmanni hjá løgmálaráðnum er framvegis vandi fyri yvirgangsatsóknum í USA.
Nógvir amerikananarar av arabiskum uppruna og felagsskapir, sum virka fyri betri rættindum til innflytarar, hava mótmælt mannagongdini hjá myndugleikunum. Teir siga, at mannagongdin ber bráð av, at Bush-stjórnin ger mun á fólki eftir teirra uppruna.
Nógv tey flestu, sum eru í USA uttan lógligt uppihaldsloyvi, eru í mið- og suðuramerikanskum londum.