600 Støkk-fimleikarar sýna fram á Kambsdali

Í dag verður árliga fimleikaframsýningarnar hjá Støkk. Felagið hevur 600 íðkandi limir, sum fara at sýna fram á trimum framsýningum. Av tí at ítróttarhøllin í Runavík er undir umvæling, verða framsýningarnar hildnar í ítróttarhøllini á Kambsdali.

Fimleikaframsýningarnar verða hetta vikuskiftið. Fyrsta framsýning verður í morgun klokkan 11.00. Tá fara børn undir skúlaaldur at sýna fram. Í dag og í morgin klokkan 15.00 fara hini liðini at sýna fram.

Felagið hevur nógvan og fjølbroyttan fimleik at sýna fram, millum annað foreldur og børn, børn undir skúlaaldur, tey vanligu liðini frá 1. - 10. flokk, kvinnulið, kappingarlið í reiðskapi og estetisk kappingarlið. Merki og ídnisprógv verða eisini handað undir framsýningini.

Báðar dagar verður skipað fyri páskareggjatombola, og fæst kaffi og okkurt gott afturvið til keyps úti í gongini, siga fyrireikararnir.

Atgongumerkjasølan byrjar ein tíma undan framsýningini.