60 ár síðani fyrsta skúladag

Seinasta leygardag savnaðust hesi, sum fyri 60 árum síðani fóru í skúla í Klaksvík. Tey, sum høvdu sett stevnu hesaferð, vóru 23 í tali. Tað Harrans árið fóru 47 børn í 1. flokk. Av teimum eru 8 farin, fleiri búgva uttanlands, og summum barst frá at koma.

Aftara rað frá vinstru: Christian Magnus Hansen, Elisabeth (Absalonsen) Ellingsgaard, Sverri Biskopstø, Jóannes Thomsen, Páll Josephsen, Eivind Vitalis, Joen Jacob Jacobsen, Børge Joensen, Gutti Kallsberg og Torleif Petersen

Fremra rað frá vinstru: Eyðun Simonsen, Birni Hansen, Beinta (Joensen9 Biskupstø, Josta Fagralíð, Samly Fjallheim Reinert, Sonja Steinberg, Edith Samson Jacobsen og Suni Bjartalíð

Sitandi frá vinstru: Jóannes Leivsgarð, Bergur Eliasen, Bjørghild (Eliasen) Lutzen og Maria (Samson) Klein.