Tann 57 ára gamla Rosie Swain var bæði mamma, omma og langomma, tá hon fyri tveimum mánaðum síðani gjørdist mamma eina ferð afturat.
-Eg veit, at hetta lukkast ikki hjá øllum, men hjá mær og manni mínum eydnaðist tað, segði Rosie Swain við sjónvarpið, tá hon fyri nøkrum døgum síðani vísti almenninginum tvíburðarnar. Lækni hennara, Deborah Kimberlin, segði, at hon hevði stúrt fyri, hvat kundi henda, men at allar kanningar høvdu víst, at alt var í lagi. At alt hevði gingið, sum tað skuldi, var ikki minst teirri góðu heilsuni hjá Rosie fyri at takka, segði læknin.
Umframt tvíburðarnar eigur Rosie seks børn, seks ommubørn og fimm langommubørn.