Tað var ein kvinna úr Klaksvík, Cheyenne Josephsen, sum fekk fulla plátu og slapp ígjøgnum í Gekka-spælinum í kvøld, og skulu vit siga, at nakar hevur verið óheppin í Gekka-spælinum, so var tað henda kvinnan.
Høvuðsvinningurin var á 1,65 miljónir krónur, og hon valdi at koyra alla upphæddina í reyða leypin - heldur enn at deila upphæddina í trý við 550.000 krónum í hvørjum av teimum trimum leypunum.
Í fyrsta drátti steðgaði gekka-hjólið á bláa leypinum, har kvinnan hevði møguleika at fáa teir vinningar, sum har vóru. Men hon ynskti at fara víðari í spælinum og royna eydnuna einaferð aftrat.
Í øðrum drátti steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið henni ein vinning á 30.000 krónur. Hesaferð var hon bert tvey rúm frá reyða leypinum, har hon hevði lagt stóra vinningin.
Men, kvinnan valdi at royna triðju og seinastu ferð, og hesaferð steðgaði gekka-hjólið á 12.500 krónum, sum gjørdist hennara vinningur í kvøld.
Tað er so lætt at vera eftirklókur, men í slíkum spæli verður einki gjørt umaftur. Hinvegin er tað ein sannroynd, at gekka-hjólið í fyrsta drátti steðgaði á bláa leypinum.
Helst vóru mong, sum í kvøld krympaðu tær og høvdu ynskt, at Cheyenne Josephsen úr Klaksvík fekk 550.000 krónur - heldur enn 12.500 krónur. Men, soleðis kann eisini ganga í spæli, har einki er givið frammanundan.