Tað er nógvur vindur í løtuni, og roknast kann við meira vindi.
Í Gøtu er boðað frá skaðum. Sløkkiliðið var og bjargaði einum úthúsi, og inndekningurin feyk av einum húsum í Syðrugøtu.
Á Norðradalsskarði máldi vindmátarin hjá Landsverki 55 metrar um sekundið klokkan 16:07, og á Oyndarfjarðarvegnum er vindurin nú sambært mátingunum hjá Landsverki upp í 48 metrar um sekundið.
Í Klaksvík og á Gjáarskarði er mált upp í 42 metrar um sekundið, og á Høgareyni varð mált 42 metrar um sekundið og á Sandavágshálsi 48 metrar um sekundið.
Sum nevnt í aðrari grein her á in.fo, so ávarar politiið um, at ódnarveðrið heldur fram í nakarar tímar afturat og kanska líka til miðnátt.
– Heitt verður á fólk um at halda seg innandura og so vítt møguligt ikki koyra millum bygdir, sigur politiið.
Sí fleiri myndir við at TRÝSTA HER