5.416 ætla sær við 62°N til hondbóltlandsdyst

– Vit arbeiða í hesum døgum við fullari ferð fyri at leggja lunnar undir eina ferð, ið verður ein sonn hondbóltsuppliving fyri okkum øll

Soleiðis skrivar ferðaskrivstovan 62°N til tey 5.416 fólkini, sum hava teknað seg til ferð til Oslo til endaspælið í EM í manshondbólti í januar næsta ár.

 

– Vit eru ovurfegin um stóra og positiva áhugan fyri at koma við okkum at stuðla okkara ungu hondbóltshetjum – tá teir, sum vit vóna og trúgva uppá, koma víðari til EM 2026.

 

Tey leggja tó dent á, at einki er endaliga avgjørt enn.

 

– Men alt bendir á, at teir megna tað. Og tá fara vit sjálvandi við!

 

– Vit hava royndir við hondbóltsferðum. Bæði til Berlin og Basel. Berlin var ein brakandi success og ein heilt serlig uppliving. Vit gleða okkum at endurtaka ta upplivingina – og gera hana enn betri, skrivar ferðaskrivstovan.

 

Umframt túrarnar, sum 62°N skipar fyri, so umhugsar Smyril Line eisini at senda Norrønu til Oslo, har skipið so kann liggja við ferðafólki búgvandi umborð, meðan dystirnir eru. Eisini hevur Rúni Djurhuus frá Eventz boðað frá, at hann eisini arbeiðir við at skipa fyri flogferð til Oslo. So alt bendir á, nógir føroyingar fara til Oslo at stuðula manshondbóltsliðnum, um tað eydnast teimum at vinna seg í endaspælið.

 

62°N skrivar til teirra, sum hava teknað seg, at tey vænta at kunna bjóða eitt ferðapakkatilboð í mai, sum helst fer at innihalda:

 

  • Flogferð beinleiðis til Oslo t/r
  • 6 nætur á lekkrum hotelli mitt í Oslo v/morgunmati
  • Atgongumerki til allar dystirnar
  • Upphiting / undirhald
  • (Møguliga) transport til og frá hotellinum

 

Sum tær sær út nú, so verða tað fleiri føroyingar í Oslo, enn tað vóru í Berlin til endaspælið í fjør.