Danskir húsaeigarar skylda meira enn húsini eru verd.
Umleið 50000 danskir húsaeigarar, í aldrinum yngri enn 40 ár, hava størri skuld enn virðið er á sethúsum teirra, skrivar Politiken í dag.
Tað er tað, ið nevnist ´teknisk insolvent´, vísa útrokningar, sum serfrøðingurin Jens Lunde á Copenhagen Busniess School (CBS) hevur gjørt.
Tað eru serliga teir ungu sethúsaeigararnir, sum hava tikið lán, har teir bara hava goldið rentu og einki avdrag, sum eru illa fyri. Fimti hvør sethúsaeigari, í aldrinum undir 40 ár, hevur so stóra skuld, at um húsini verða seld, so standa teir eftir við eini stórari skuld, tí virðið á húsunum er minni enn skuldin.
Tað viðførir, at ein hjúnarskilnaður, arbeiðsloysi, ella long sjúkralega kann fáa katastrofalar fíggjarligar avleiðingar. Serfrøðingar siga allir, at tað eru tey avdráttarfríu lánini, sum hava gjørt, at danir hava keypt fyri ov nógvan kostnað.
Frá tí at bankarnir fóru at bjóða avdráttarfrí lán, vóru tað nógvir danir, sum bara hugsaðu um tað mánarliga gjaldið og ikki at skuldin ikki varð niðurgoldin, tá so húsaprísirnir falla, standa teir eftir við stóru skuldini, sigur serfrøðingur við Politiken.