50 ár síðani flogvanlukkuna í Mykinesi

Tað var leygardagin 26. september í 1970, at Fokker Friendship-flogfarið hjá Icelandair datt niður undir Knúki í Mykinesi. Átta fólk lótu lív hendan feigdardagin, og 26 fólk komu frá vanlukkuni á lívi.

 

Talan var um størstu flogvanlukkuna í Føroyum, tá Fokker Friendship-flogfarið, sum íslendingar høvdu leigað, hendan dagin við nógvari ferð rendi seg í vøllin undir Knúki í Mykinesi, og brotnaði í trý. Velið lá aftast tvørturum vøllin. Nakrar tímar frammanundan var flogfarið við manning og ferðafólkum farið av Flesland-flogvøllinum í Bergen.

##med2##

Í drúgvari grein í Sosialinum í dag verður sagt, at líkindini at lenda í Vágum dagin fyri, 26. september, vóru vánalig, tí mjørki var, og flogfari sveimaði uppi yvir Føroyum nakrar ferðir, áðrenn tað noyddist at leggja leiðina til Bergens í Noregi at vera um náttina.

Tey vóru ikki nógv í flogfarinum hendan dagin, eini fýra til fimm ferðafólk íalt. Tey komu til Bergen í øllum góðum, og har gjørdust tey fleiri, tí tá komu fleiri ferðafólk, sum longu vóru komin úr Keypmannahavn, sum eisini skuldu til Føroya dagin eftir.

Filmsbrotið niðnfyri hevur Gunnar Gunnarsson í Havn tikið á flogvøllinum í Vágum í 1963. Filmsbrotið vísir hvussu umstøðurnar vóru á flogvøllinum hjá Icelandair at lenda á flogvøllinum. Filmsbrotið er úr sera áhugaverda savninum av filmsbrotum hjá Gunnari Gunnarsson, sum abbasonurin Heri Á. Simonsen hevur savnað og lagt á YouTube.

##med5##

Tá flogfarið nærkast Føroyum, vórðu ferðafólkini biðin at seta seg í trygdarbeltini, tí nú ætlaðu flogskipararnir at finna ein glotta í tokuni, og so vildu teir senda flogfarið niður ígjøgnum glottan.

Í flogtorninum á flogvøllinum í Vágum hava teir alla tíðina sambandi við Føroyaflúgvaran. Men klokkan 10.57 gerast teir skakkir í torninum:

Vágar: seven o four Vagar have some weather for you

Vágar: seven o one Vagar I have some weather for you

Vágar: seven o one Vagar

Vágar: seven o one Vagar

Vágar: seven zero one Vagar

Vágar: iceair seven o one Vagar

Tá er tað seinasta, Oddgeir Jensson, eitt av ferðafólkunum minnist, er at flogskiparin brádliga setur fulla ferð á motorarnar, og ljósini inni í flogfarinum fóru at blunka. So var buldur og brak, og hann endaði við høvdinum niðri á dúrkinum, hóast han sat í trygdarbelti. Og hann minnist, at flúgvarin fór sendandi eftir vøllinum.

##med3##

– Tað gekk skjótt fyri seg. Og so steðgaði flogfarið, minnist Oddgeir Jensson, greiðir hann frá í drúgvari grein í Sosialinum, sum Grækaris Magnussen hevur skrivað.

Tað Oddgrer minnist, er at hann skundaði sær at gera seg leysan av trygdarbeltinum, og vildi bara sleppa út úr brotna flogfarinum sum skjótast. Nógv mold var tá endað inni í flogfarinum. Sjálvur fekk hann nakrar rivur undir vangan, og hevði ilt í ryggin.

Lítla løtu seinni standa teir nakrir menn har úti á vøllinum við síðuna av sundurbrotna flogfarinum. Flestu teirra høvdu ilt við at fáa ondina orsakað av trygdarbeltinum, sum sjálvandi spenti nógv undir stoytinum, og tí tekur tað eina løtu hjá teimum at koma fyri seg.

Átta fólk lótu lív í flogvanlukkuni:

##med4##

Bjarni Jensson, flogskipari, 44 ára gamal, Reykjavík

Gunnleif Durhuus, 35 ára gamal, Klaksvík

Brynleif Hansen, 33 ára gamal, Vatnsoyrar

Martin Holm, 60 ára gamal, Tórshavn

Sofus Jacobsen, 52 ára gamal, Klaksvík

Hans Jacob Joensen, 50 ára gamal, Klaksvík

Davilda Petersen, 56 ára gomul, Vestmanna

Ernst Petersen, 52 ára gamal, Porkeri

##med9##

Vilt tú vita meira um flogvanlukkuna, so eru tvær drúgvar greinar um hana í Sosialinum hesaferð. Grækarsi Djurhuus Magnussen, sum fyri 20 árum síðani skrivaði bókina um flogvanlukkuna SOS Knúkur, sum í hesum døgum verður givin út á íslendskum og í víðkaðari útgávu, hevur skrivað drúgva og áhugaverda grein, sum greiðir frá vanlukkunum, har Oddgeir Jensson, sum var við flogfarinum, og Katrin Dahl, sjúkrarøktarfrøðngur, ið hjálpti til á staðnum, greiða frá.

Óli Jacobsen hevur skrivað aðra grein um Knút Olsen, skipara, úr Havn, sála, sum var flogfarinum. Hann var ein teirra, sum gekk oman í bygdina í Mykinesi samn við Poul Grunnveti úr Vík, har hann kom inn til Fíu og Benadkt Davidsen og fekk boðað frá vanlukkuni. Knút hevur millum annað greitt frá, at hann nøkur ár frammanundan hevði verið fyri løgnari hending í Japan: Hann var úti á át saman við nøkrum starvsfeløgum, tá prátið fór at snúgva seg um at »síggja« tað ókenda – eitt fyribrigdi, sum ikki var so ókent í Føroyum.

Tá sigur ein av hesum monnum við Knút: Tú ert ein loyalur persónur, men okkurt fer at henda tær, tá ið tú verður 40-42 ára gamal. Hetta fer at krevja styrki, men eg veit ikki, hvat tað er.

Knút var 41 ár, tá flogvanlukkan hendi.

##med7##

##med8##

##med6##