Hagtøl hjá Akstovuni vísa, at sølan av nýggjum persónbilum er vaksin við 50 prosentum í mun til fyrsta ársfjórðing í fjør. Nú fyrsti ársfjórðingurin er farin av 2010, vísa hagtølini hjá Akstovuni, at sølan av nýggjum persónbilum er vaksin við 50 prosentum í mun til fyrsta ársfjórðing í fjør. Í ár vórðu seldir 170 persónbilar í mun til 113 í fjør.
Sølan av vørubilum er ikki stór, men hon er tó vaksin við 30 prosentum úr 13 upp í 17 bilar. Samlaði vøksturin av nýggjum akførum er 33,5 prosent.









