48 fólk lótu lív tá tangabilur sprongdist í Nigeria

- Bara í 2020 vórðu skrásettar 1531 ferðsluvanlukkur við tangabilum í Nigeria, har tilsamans 535 fólk lótu lív, og 1142 vórðu løstað.

 

Sambært myndugleikunum í landinum gjørdust fleiri akfør partur av vanlukkuni, sum hendi í býnum, Agaie.

 

Í lastbilinum vóru bæði neyt og fólk, harav í minsta lagi 50 neyt eisini lótu lív.

 

Í fyrstani varð sagt, at 30 fólk vórðu staðfest deyð eftir ógvusligu spreingingina, men stutt eftir vórðu 18 lík funnin aftrat í leivdunum.

 

Tíðindastovan NTB veit frá myndugleikunum í Nigeria at siga, at tey, sum lótu lív í vanlukkuni, øll eru jarðað í einari hópgrøv.

 

Sagt verður, at Nigeria vantar jarnbreytir til flutning av góðsi, og tað er javnan, at deyðsvanlukkur henda á høvuðsvegunum í landinum.

 

- Bara í 2020 vórðu skrásettar 1531 ferðsluvanlukkur við tangabilum, har tilsamans 535 fólk lótu lív, og 1142 vórðu løstað, veit NTB at siga.

 

##med2##