470 næmingar slúsaðir ígjøgnum heilsuskúlan

10 ÁRA DAGUR Ein tann fremsta uppgávan er at gera næmingarnar førar fyri at taka sær av menniskjum við tí umhugsni og virðing, ið tað krevur, segði leiðarin á Heilsuskúla Føroya, tá ið hann hátíðarhelt 10 ára dagin fríggjadagin

- Vit eru vælkoyrandi og sterk og vit eru til reiðar at taka ímóti nýggjum avbjóðingum.
Tað var niðurstøðan hjá Jórun Petersen, leiðara á heilsuskúla Føroya, tá ið hon tók saman um á hátíðarhaldinum fríggjadagin í sambandi við, at heilsuskúlin nú hevur 10 ár á baki.
Hon staðfesti, at hesi 10 árini hava tey í miðal tikið tríggjar flokkar upp i, árið og tey hava handað útbúnum næmingum prógv tríggjar ferðir um árið.
Fyrst var talan bara um heilsuhjálparar, men í 2006 kom heilsurøktaraútbúgvingin afturat og nú geva útbúgvingarnar atgongd til aðrar útbúgvingar.
Í hesi 10 árini eru eini 470 næmingar útbúnir á skúlanum. Av hesum eru einir 400 heilsuhjálparar og 72 heilsurøktarar, segði Jórun Petersen.
Harafturat hava tey á heilsuskúlanum haft fýra vegleiðaraskeið har eini 120 starvsfólk í Almana- og heilsuverkinum hava verið á skeið í at vegleiða næmingar.

Umhugsni og virðing
Leiðarin staðfesti, at ein tann fremsta uppgávan við útbúgvingini er at brynja næmingarnar til at vera førar fyri at taka sær av menniskjum við tí umhugsni og virðing, ið tað starvið krevur.
- Ein og hvør kann sjálvur hugsa sær til, hvat ið ein vil hava av virðing, skuldi komið í ta støðu, at vit vórðu óhjálpin og verðu noydd at taka ímóti hjálp frá øðrum.
- Tað krevst góð útbúgving til, um eitt starvsfólk skal inn í tað innasta rúmið hjá okkum, privatrúmið, fyri at tað skal vera eitt virðiligt upplivilsi, staðfesti Jórun Petersen.
Hon legði afturat, at frá næmingunum fáa tey at vita, at tað er bara ein fyrimunur, at skúlin er á útoyggj, tí tað gevur heilt aðrar møguleikar at fordjúpa seg í lesnaðinum og til at vera næmingur burturav.

Nýggjar útbúgvingar í Suðuroy
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, vísti á, at hon nú er farin at kanna, hvørjar útbúgvingar afturat, tað ber til at leggja í Skúladepilin í Suðuroy.
Í løtuni er studentaskúli og heilsuskúli í skúladeplinum, men fyri stuttum setti landsstýriskvinnan eina nevnd at kanna, hvørjar aðrar útbúgvingar vit eiga at seta á stovn í skúlanum.
- Eg eri spent upp á, hvat tilmælið frá teimum verður, segði hon.
Hon nevndi kortini onkrar útbúgvingar, sum hon visti, at nevndin umhugsaði.
Eitt, nevndin fer at kanna, er, hvussu ein pedagoghjálparaútbúgving kann skipast í Suðuroy.
Pedagoghjálparaútbúgvingin er eisini ein yrkisfaklig miðnámsútbúgving, ið fevnir um 54 vikur í skúla og 52 vikur í starvsvenjing.
- Hetta er ein útbúgving, ið tey, sum í mong ár hava starvast á økinum, tørva, og sum eisini nógv ung vilja hava.
Nevndin hevur eisini umhugsað aðrar, viðkomandi útbúgvingar.
- Eitt, nevndin hugsar um, er eina útbúgving í at føra sjúkrabil, men hugsað verður eisini um skeið til ymsar fakbólkar, bæði í Suðuroy, men eisini fyri alla Føroyar.
- Talan kann eisini verða um stakgreinalestur, fjarlestur, førleikamenning og førleikameting í sambandi við, at nógv eru blivin arbeiðsleys seinasta árið, segði Helena Dam á Neystabø.
Hon væntar, at nevndin verður liðug við sítt arbeiði í heyst.
- Eg hugsi, at tað er bert hugflogið, og so sjálvandi fíggjarligar játtanir, sum kunnu seta avmarkingar fyri teir møguleikar, ið her eru, segði hon.
Og hon lovaði eisini at kanna, um politisk undirtøka er fyri at byggja eitt næmingaheim við tilknýti til Skúladepilin í Suðuroy og hon lovaði samstundis at streingja á at fáa eina slíka verkætlan framda skjótt.
Aðrir røðarar á samkomuni vóru Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, Súsanna Mortensen, rektari á sjúkrarøktafrøðiskúlanum, Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, umframt umboð fyri Heilsuhjálparafelagið, Almanna- og heilsurøktarafelagið og Ása Olsen, fyrrverandi forkvinna í Heimahjálparafelagnum, sum tá var og sum legði stóran dent á at fáa skúlan.
Á www.portal.fo er myndafrásøgn við fleiri myndum frá hátíðarhaldinum.