46 fólk handtikin fyri fótbóltssvik

Sambært sjónvarpsstøðini, CNN Turk er ein fyrrverandi turkiskur landsliðsspælari millum tey 46 fólkini, sum eru handtikin. Talan er eisini um ein hjálparvenjara, og ein framherja í felagnum, Buyuksehir, sum spælir í bestu turkisku fótbóltsdeildini.

 

Løgregluleiðarin í Istanbul, Huseyin Capkin sigur, at teir hava illgruna til 53 persónar, men at teir hava valt at handtaka 46 persónar í fyrstu atløgu.

 

Longu í fjør summar boðaði turkiska fótbóltssambandið frá, at teir høvdu illgruna um, at upp til 29 dystir í turkiskum fótbólti vóru fongdir av avtalaðum spæli og tilætlaðum endaúrslitum, sum veddingarfyritøkur í fjareystri hava bílagt.