45.000 uttan streym av russiskum álopi

Russar hava sagt, at teir fara ikki at leggja eftir orkuveitingini í Ukraina, men veruleikin er ein annar

Ukrainski uttanríkisráðharrin, Andrij Sybiha

Í løtuni hava fleiri tíggjutúsund fólk í Kherson í Ukraina ongan streym. Hetta er hent eftir eitt russiskt álop á eina orkustøð í økinum.

 

Í Ukraina verður sagt, at í løtuni eru 45.000 fólk í Kherson uttan steym.

 

Ukrainski uttanríkisráðharrin, Andrij Sybiha, sigur, at Russland hevur oyðilagt eina orkustøð í býnum.

 

- Í morgun oyðilegði Russland eina orkustøð, hóast Russland hevur sagt, at landið ikki fer at leypa á slíkar støðir í Ukraina.

 

Tað er tíðindastovan, NTB, sum endurgevur ukrainska uttanríkisráðharran, Andrij Sybiha, seinnapartin í dag.

 

 

 

Ukrainski uttanríkisráðharrin, Andrij Sybiha