Higartil hevur Tórshavnar Havn fingið at vita frá 45 cruiseskipum, at tey leggja leiðina á Havnina í summar.
Mangan stásiligu ferðafólkaskipini eru tekin um, at summarið er á veg, og í ár kemur tað fyrsta á Havnina 28. mai, meðan seinasta skipið er væntandi 24. september.
Millum tey mongu cruiseskipini er Queen Victoria, stívliga 300 metrar langt, 90.000 bruttotons og fult av marglæti.
Skipið kemur á Havnina 26. juni, og á brúnni verður Inger Klein Olsen úr Vestmanna.
- Ja, eg veri umborð, tá vit koma til Føroya, sigur Inger Klein Olsen við Portalin.
Talan er sum nevnt um eitt marglætisskip, ið reiðaríið Cunard eigur. Til at síggja meira um skipið HER
Flestu skipini, ið koma á Havnina í summar, steðga bara nakrar tímar. Listin yvir tey 45 skipini, ið higartil hava boðað frá, at tey leggja leiðina framvið, sæst HER