400 útlendingar søkt um arbeiðsloyvi í Føroyum

?Ikki síðani tey tiltiknu áttatiárini, hava so nógvir útlendingar søkt um at sleppa til Føroyar at arbeiða

 

Útlendsk innrás


Tað er rættiligur gravgangur hjá útlendingum at sleppa til Føroya at arbeiða.

Higartil í ár hava ikki færri enn 400 útlendingar søkt um uppihalds- og arbeiðsloyvi í Føroyum og so stórt hevur talið ikki verið síðani tey kátu áttatiárini, tá ið talið tað ? besta? árið kom upp um 500.

Her er ikki talan um norðurlendingar, men um útlendingar uttanfyri norðurlond.

Georg Otthamar á politistøðini í Havn, upplýsir, at tað koma umsóknir hvønn einasta dag frá útlendingum, sum vilja sleppa til Føroyar at arbeiða.

? Í áttatiárunum vóru eisini rættiliga nógvir útlendingar í Føroyum og arbeiddu. Men tá ið kreppan rakti, fóru teir allarflestu av teimum av landinum aftur og í árunum aftaná vóru ógvuliga fáar umsóknir.

?Men hesi seinastu árini hevur tað aftur støðugt vundið meiri og meiri uppá seg, at útlendingar søkja um at sleppa til Føroyar at arbeiða og higartil í ár er talið komið upp á 400 og tað er alsamt veksandi.

Politisturin sigur, at nógvir umsøkjarir eru úr Evropiskum londum, men nógvir eru eisini í fjarskotnum londum sum Teilandi og Filipsoyggjum.

? Nógv koma rættiliga langvegis frá til Føroya, staðfestur hann.

Men umframt hesar 400, hava aðrir 1.100 - 1.200 útlendingar søkt um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum higartil í ár í sambandi við oljuvinnuna, men teir verða taldir fyri seg.


Fá víst aftur

Georg Otthamar sigur, at útlendingur, sum søkir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, skal lúka ymsar treytir.

Hann skal hava øll pappír í lagi, tvs, at hann skal hava gyldugt pass og fólk úr teimum londum, har innferðarloyvi krevst fyri at koma til Føroya, skal sjálvsagt eisini hava tey viðurskifti ílagi.

Harumframt krevst váttan frá føroyskum arbeiðsgevara um, at hann tryggja útlendinginum arbeiði og váttan um, hvussu leingi hann kann tryggja honum arbeiði.

?Hetta er ein tann treytin, sum vit leggja størstan dentin á, og útlendingurin fær ikki lovyi at vera í Føroyum longri enn arbeiðsgevarin vil vátta, at hann kann hava hann í arbeiði.

Harumframt fær útlendingur, sum er vístur úr einum norðurlandi, heldur ikki arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.

?Men tað eru fáir, sum royna at koma higar, hóast teir eru vístir úr einum øðrum norðurlandi,sigur Georg Otthamar.

Hann sigur, at yvirhøvur hava teir útlendingar, sum vilja sleppa til Føroyar øll síni viðurskifti ílagi og tí fáa teir eisini loyvi at koma higar.

Hann sigur, at viðhvørt biðjur løgreglan um upplýsingar frá ALS og kommununum, sum útlendingar skulu búgva í, áðrenn teir fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi, men tað er ikki føst mannagongd.


Um alt landið

Hann sigur, at tað er um alt landið, at hesir útlendingarnir arbeiða, men hann vil ikki siga nakað um um einstøk pláss í landinum, ella einstakar bólkar av útlendingum, tí tað stríður ímóti tagnarskylduni.

Hann sigur tó so mikið um, at teir flestu eru ófaklærd og tey arbeiða í ymsum vinnugreinum, eitt nú í fiskivinnuni.

Men summi eru eisini lærd av ymsum slagi, eitt nú handverkarar, men eisini onnur.

Vanliga fáa útlendingarnir ikki arbeiðs- og uppihaldsloyvi her í meiri enn eitt ár ísenn, men tað er ójavnt, hvussu leingi fólk eru, summi eru styttri enn tað, onnur eru longri.

? Tað veldst alt um, hvussu tíðirnar í Føroyum eru og, hvussu tær verða.

Georg Otthamar sigur annars, at løgreglan hevur ongar trupulleikar av teimum útlendingunum, sum koma hendavegin.

? Tey eru hampafólk, sigur hann.