Íbúðarneyð
Um tvey ár eru einar 400 nýggir bústaðir bygdir í Havnini.
Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, sigur, at hetta er fyribils úrslitið av tí miðvísa arbeiði, sum Tórshavnar Býráð ger fyri at nøkta tað ovurhonds stóru íbúðarneyðini, sum er í Havnini.
Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn ásannar, at tann stóra flytingin til høvuðsstaðin hesi seinastu árini, hevur eisini ført eitt stórt íbúðartrot við sær.
?Vit eru fullgreiðir yvir íbúðarneyðina í Havn. Vit ásanna trupulleikan og hetta er eisini eitt mál, sum vit raðfesta rættiliga frammaliga í býráðnum fyri at loysa.
Hann sigur, at fyribils er ein úrslitið av hesum arbeiðnum er, at skjótt verður ein útstykking upp á 170 grundstykkir klár at byggja á í Hoyvíkshaganum.
Somuleiðis er ætlanin at byggja yvir 100 íbúðir á Berjabrekku. Eitt privat byggifelag er í ferð við at byggja um 60 íbúðir. Samstundis er ein íbúðargrunnur í ferð við at byggja aðrar 60 íbúðir á Berjabrekku. Hesar seinastu 60 íbúðirnar eru leiguíbúðir, sum fólk, ið ikki hava hug at byggja, kunnu leiga.
At enda hava onnur privat byggifeløg í umbúna at byggja aðrar 100 íbúðir.
?Sostatt hava vit einar 400 nýggjar íbúðir í Havnini um tvey ár ella tað.
Jan Chistiansen sigur, at spurningurin um íbúðir ,er eisini ein spurningur um útboð og eftirspurning.
? Og tá ið eftirspurningurin á íbúðum er so stórur, sum hann er og útboðið so lítið, hevur tað eisini trýst prísleguna heilt upp ígjøgnum.
? Tá ið vit nú útvega fleiri íbúðir afturat, lættir tað ikki bara um trotið á íbúðum. Tað skuldi eisini lætt trýstið á prísirnir, so at teir lækka.
Jan Christiansen leggur dent á, at tá ið arbeiðið at útvega hesar 400 íbúðirnar, er liðugt, fer býráðið at halda fram og at gera enn fleiri útstykkingar.
Hann sigur, at býráðið hevur um 300 umsóknir frá fólki, sum vilja hava grundstykkir. Men hann heldur, at tað verður ikki meiri enn gott helvtin av teimum, sum vilja hava grundstykki beinanvegin men at hinir umsøkjararnir mest hava søkt fyri at tryggja sær eitt stykki seinni.
? Som, tá ið vit hava útvegað hesi 170 grundstykkini, meti eg, at tørvurin á grundstykkum er nøktaður fyribils.
? Men hetta loysir ikki sjálva íbúðarneyðina, og tí fara vit at halda á við fleiri útstykkingum beinanvegin, sigur Jan Christiansen.