400 nýggj parkeringspláss í Havn

Í vinnandi uppskotinum hjá Zeta arkitektum fyri miðbýin í Havn, skjóta arkitektarnir upp at gera yvir 800 parkeringspláss í miðbýnum.

 

Í vinnandi uppskotinum hjá Zeta arkitektum fyri miðbýin í Havn, skjóta arkitektarnir upp at gera yvir 800 parkeringspláss í miðbýnum.

 

- Vit arbeiða tí í verkætlanini við einum deildum parkeringsstrukturi, har miðbýurin fær fleiri stór høvuðsparkeringsøki bæði sentralt og decentralt. Sum vitjandi í miðbýnum verða sostatt møguleikar at velja millum fleiri ymisk parkeringsøki, so at fólk sleppa nærri staðnum, har tey ætla sær, skriva arkitektarnir í vinnandi uppskotinum.

 

Uppskotið hjá Zeta býtir parkering út á ymisk øki á ytsta partin av miðbýnum umframt tvey sentral parkeringsøki, á Skálatrøð og við Ráðhúsið.

- Alt í alt, liðugt útbygt, koma 350-400 nýggj parkeringspláss. Tað skapar møguleikar fyri tættari miðbýi sum ynskist, við m. ø. handli, mentan og bústøðum, skrivar Zeta.

 

Talan er um fimm nýggj parkeringshús, sum skulu byggjast á Skálatrøð, í Jóannesar Paturssonargøtu, við Kommunuskúlan, við Ráðhúsið og á Eystaru Bryggju.

 

Størsta parkeringshúsið er tað við Eystaru Bryggju. Har skulu umleið 250 parkeringspláss byggjast í einum parkeringshúsi inn móti høga grótvegginum undir Skansavegi. Hetta er í sambandi við at nýggjar íbúðir skulu byggjast á sama øki, og parkeringshúsið verður so lagt undir og aftan fyri íbúðirnar. Innkoyring til hetta parkeringshúsið verður nærum beinleiðis av Eystara Ringvegi, so lætt er at koma til parkeringshúsið og hiðani er góð atgongd til miðbýin.

 

Í Jóannesar Paturssonargøtu skal eisini nýtt parkeringshús byggjast, har parkeringsøki er nú. Her skal vera pláss fyri umleið 200 bilum.

 

Á Skálatrøð er ætlanin at byggja nýtt mentanarhús, men í tilknýti til tað skulu 150 parkeringspláss byggjast í einum parkeringshúsum inn móti grótvegginum.

 

Les eisini So ringt er tað at parkera á Skálatrøð í Havn

 

Í skúlagarðinum í Kommunuskúlin skjóta Zeta arkitektar eisini upp at byggja ein nýggjan parkeringskjallara við 120 plássum.

 

Fimta parkeringshúsið verður við ráðhúsið á Vaglinum. Har er ætlanin at byggja 120 parkeringspláss í einum kjallara undir núverandi parkeringsplássi í gamla kommunuskúlagarðinum. Parkeringin skal vera inni í berginum, í trimum hæddum. Inn- og útkoyring til hetta parkeringshúsið verður úr Tróndargøtu.

 

Umframt hetta skutu Zeta arkitektar at seta eletroniska parkeringsávísing upp, so at tað gerst lættari at finna parkerinspláss í miðbýnum.