40 ára starvsdag hjá P/F Poul Hansen

1. september 2006 hevði Jógvan Kruse 40 ára starvsdag hjá P/F Poul Hansen í Havn.

Jógvan er ættaður av Eiði. Hann byrjaði í fyritøkuni 1. september 1966 sum 15 ára gamal. Fyrsta hálva árið arbeiddi hann á fiskivinnudeildini á Bacalao, áðrenn hann fór í læru á skrivstovuni í 3 ár. Eftir tað arbeiddi hann sum sølumaður.
 
Í 1977 flutti heilsølan av kajuni og niðan á Háls. Tá kom Jens Peter Egholm til Havnar, og Jógvan yvirtók hansara starv sum leiðari av deildini á Hvítanesi á Tvøroyri.
 
Hetta starv røkti Jógvan til miðskeiðis í 90-unum, tá hann flutti aftur til Havnar í starvið sum leiðari fyri innkeypinum hjá heilsøluni.
 
Jógvan er giftur við Jonnu Elisu, og tey eiga tveir dreingir: Rúni og Bárður.
 
Jógvani dámar væl uttandura arbeiði sum t.d. at hava tað snøgt og hugnaligt uttanum húsini, og á Eiði hevur hann eina trøð, har hann búkar nógv av síni frítíð.