At umtala títt fjølbroytta liv kundi skjótt verið til fleiri bøkur:
Jona ? sum ung krambakvinna í H. N. Jacobsens bókahandli, sum bankakvinna í Føroya Banka, sum sjónleikari, sum ein tann fyrsti kvinniligi býráðslimurin, sum løgtingskvinna, sum skóti/leiðari, sum KFUK skrivari, sum læraravikarur,
bert at nevna nøkur av tínum avriksverkum.
Øll, sum kenna Jonu, vita, at tey arbeiði, sum hon hevur havt, hevur hon gingið nógv uppí og røkt til lítar.
Ein hevur hoyrt hana, og hon hevur ikki smæðst burtur, har hon hevur starvast, men samstundis hevur hon vaksið um síni lívsvirði og altíð hildið seg fingið meir aftur, enn hon hevur givið.
Møtir jú Jonu og spyrt, hvar hon fer, ja so kanst tú til dømis fáa eitt av hesum svarunum:
Eg fari út á Sosialin við rundstykkjum til tey, tey eru so fitt og beinasom, ella eg skal út á kirkjugarðin við blomstrum, tí Angelica omma hevði havt føðingardag í dag, ella onkur at tí vælkendu Snikkarafamiljuni hevði fylt í dag. Eg skal út á Ellisheimið ella niðan á Hvíldarheimið at hava andakt ella lesa søgu, og so ikki at gloyma eitt av eykastørvunum hjá Jonu ? at selja lutaseðlar fyri KFUK.
Jona hevur eitt sera gott minni og hevur í vøggugávu fingið eitt sera lætt sinni.
Hon er spontan, og ein dagin hon kemur fram við »Glade Hjørn«, standa tveir prestar og práta saman har. Jona spyr, um teir ikki hava hug at koma inn á Konditaríið til ein kaffimunn. So varð gjørt, og har undirhelt Jona teimum, so tað skoðsmál, ið Jona seinni fekk frá einum av prestunum, var, at hon var tann mest undirhaldandi og skemtingarsama kvinnan, sum vit áttu í Havnini.
Vit kenna teg best frá tínum arbeiði sum leiðari hjá KFUK skótunum og sum KFUK skrivari, sum tú røkti til fyri fáum árum síðani.
Góða Jona, vit vilja takka tær fyri tann týdning tú hevur havt fyri okkum, sum koma í KFUK og vilja enn einaferð ynskja tær hjartaliga tillukku á 80 ára degnum, og ynskja tær og familjuni annars eitt av Harranum vælsignað nýggjár og góðan byr framyvir.
Vit gleða okkum at vera saman við tær føðingardagin.
Vit enda við einum skótaørindi, sum Liffa Gregoriussen hevur yrkt:
Fram, sum om so brattar gøturnar liggja,
skulu vit ganga okkara leið,
upp móti fjallinum vilja vit hyggja.
Fjallið tað vísir okkum á leið,
lið móti lið vit skulu fram,
aldri vit okkara lyfti svíkja,
vit hava fingið ta dýrastu ogn,
frá Gudi tú ikki mást víkja.
Heilsan
4. grein skótar










