Kekkiski høvuðstaðurin, Prag, aserbadjanski høvuðsstaðurin, Baku og høvuðstaðurin í Qatar, Doha vóru eisini millum kandidatarnar, men teir býirnir eru nú sorteraðir frá, so nú er kappingin avmarkað til 4 stórbýir, um hvør vinnur vertsskapin til olympisku summarleikirnar í 2016. Kappingin stendur millum Chicago í USA, spanska høvuðsstaðin Madrid, brasilianska stórbýin Rio de Janeiro, og japanska høvuðsstaðin Tokyo, sum hýsti olympisku summarleikunum í 1964. Tá um pengar, flutning og undirstøðu ræður, so er Chicago best fyri. Men ein eftirmeting hjá altjóða olympiska felagsskapinum, IOC metir, at Tokyo og Madrid eru betri fyri, tá tað kemur til ítróttarfasilitetir. Rio de Janeiro er ringast fyri. 2. oktober í 2009 fellur avgerðin hvørt tað verður Chicago, Madrid, Tokyo ella Rio de Janeiro, sum verður OL-vertsbýur í 2016.