4.500 fólk til gallakvøld hjá Føroya Banka

Gallakvøldini hjá Føroya Banka í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið í Havn, á Skála og í Klaksvík vórðu eftir lítlari løtu fullteknað hósdagin, og nú eru bara nøkur fá pláss eftir í Trongisvági.

Tilsamans vóru 740 pláss boðin út aftrat til kvøldini í Havn og 200 til hvørt av hinum støðunum. Nakrir fáir minuttir gingu, so var fullteknað í Havn, og eftir tveimum tímum var fullteknað í Klaksvík og á Skála. Nú eru einans 100 pláss eftir í Trongisvági.
Tilsamans verða 4.500 fólk til tey fimm gallakvøldini frá 22. til 26 oktober. Fleiri fólk rúmast ikki í hallunum orsakað av eitt nú krøvum um trygd, og Jacob Haugaard og Finn Nørbygaard fáa verið við fimm kvøld.
Skráin fyri kvøldini: Jacob Haugaard og Finn Nørbygaard, Kórið Salt, Brekkubrothers, filmur framleiddur til høvið, trummushow, lættur og góður biti.