386 akfør skylda vegskatt

Løgreglustøðirnar hava fingið 386 mál um akfør, sum ikki hava goldið vegskatt fyri fyrra hálvár. Akstovan sendi í síðstu viku løgreglustøðunum kring landið 386 mál um vegskattaeftirstøður við boðum um at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri fyrra hálvár 2007.

Akstovan skrivar á heimasíðuni, at kann bileigarin ikki vísa fram kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu, tekur løgreglan nummarspjøldrini av akfarinum.