Hóast nógv virksemi á landi hevur koyrt við lágum blussi seinastu vikurnar, hava tey út við 350 starvsfólkini hjá skipasmiðjuni Mest havt nógv at gera.
- Vit hava havt skip á bedingini í Havn, og vit hava havt skip í dokkini á Skála, og tað mesta er vanligt viðlíkahald. Eisini í Runavík hevur verið væl av virksemi, sigur Mourits Mohr, stjóri í Mest.
Umframt vanliga viðlíkahaldsarbeiði, verður havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, eisini bygdur liðugur á Skála.
Stjórin vísir á, at tað hevur altíð verið trupult hjá skipasmiðjuni at spátt um framtíðina, og hann hevur áður sagt, at onkrar dagar er einki skip uppi - og so bert fáar dagar seinni er trongligt á bedingini.
- Vit hava í øllum førum nógv at gera til einaferð í summar. Hinvegin er ógjørligt at spáa um, hvørt korona-kreppan eisini fer at merkjast í virkseminum hjá okkum, sum tíðin gongur.
Mourits Mohr leggur aftrat, at verða viðskiftafeløgini hjá skipasmiðjuni rakt, verður Mest eisini rakt.
- Men, nú skulu vit vóna, at soleiðis verður ikki, leggur stjórin aftrat.
Herfyri undirskrivaðu Mest og fyritøkan Minesto annars sáttmála um, at Mest skal veita tænastur til svensku fyritøkuna í samband við uppsetan og rakstur av einum sjóvarfallsverki í Vestmannasundi.
Her skal Mest lutvíst verða við til at byggja og seta upp ymiska útgerð í samband við verkætlanina, eins og Mest eisini veitir hølir, útgerð og arbeiðsmegi til Minesto.