Vit, sum búgva í føroyum, eru fækkað við 340 fólkum síðsta hálva árið. Størsta fólkatalið í Føroyum nakrantíð var 1. august 2009 tá 48.971 fólk búðu í Føroyum.
Men síðan 1. august er talið minkað við 340 niður í 48.631 fólk, sum búði í Føroyum 10. februar. Fólkatalið er minkað í øllum økjum. Størsta lutfallsliga minkingin var í Sandoyar Sýslu og í Streymoyar Sýslu, Havnin undantikin, har minkingin var ávikavist 2,8 og 1,3 prosent.