Tilsamans fiskaðu bátar og skip fyri 59,4 milliónir á Føroya Banka í fjør. Tað vísir eitt yvirlit hjá Fiskimálaráðnum. Í fjør fingu nøkur skip og nakir bátar loyvi til at fara á Føroya Banka og tilsamans avreiddu sløk 2,233 tons fyri 59,4 milliónir.
Árni Skaale, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur spurt landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Dennis Holm, hvussu hetta hevur roynst.
Dennis Holm sigur, at tilsamans fingu línuskipini 176 fiskidagar á Føroya Banka og tey brúktu 168 dagar. Teir størru útróðrarbátarnir, sum eru ímillum 15 og 110 tons, fingu eisini 176 dagar og teir brúktu 163 dagar. Tann, sum fekk mest burtur úr var Anru í bólki fýr, sum fiskaði fyri slakar 8,5 milliónir.
Útróðrarbátar undir 15 tons høvdu 30 felags fiskidagar á Føroyabanka og teir brúktu allar fiskidagarnar. Tilsamans hava tey sostatt brúkt 361 fiskidagar á Føroya banka í fjør av teimum 382 døgunum, tey fingu at brúka.
Í talvunum síggjast øll fiskifør, ið vóru til fiskiskap á Føroyabanka í fjør. Talvurnar vísa eisini avreiðingarvirðið og miðalvirðið fyri hvønn veiðidag. Viðmerkjast skal, at tølini fyri bólk 3 eru ikki endalig. Onkur avreiðing hjá frystilínuskipi er ikki seld enn, og tí er nøgd og avreiðingavirði heldur ikki skrásett.
Skipanin verður nú eftirmett, áðrenn støða verður til fiskiskap á Føroya Banka í ár, sigur landsstýrismaðurin.
##med2##
##med3##
##med4##