- Ein einstøk skógvaeskja broytir neyvan heimin, men hon kann kortini gera stóran mun.
Soleiðis verður tikið til, nú hesar serstøku skógvaeskjurnar við jólagávum eru savnaðar inn.
Hetta tiltakið hevur vart í fleiri ár, og hava føroysk børn og húsarhald verið ófør at lata inn slíkar gávur.
Í fjør komu slakar 2800 skógvaeskjur inn, og nú ið upptalt er fyri 2007 kann staðfestast, at talið er væl hægri – beint undir 3000 tílíkar skógvaeskjur.
Í gávunum kunnu verða leikur, skúlaútgerð og ymiskt til heilsurøkt og sjálvandi góðgæti.
Ger mun
Hetta er kortini ikki eitt føroyskt tiltak sum so, men eitt sum fevnir um børn kring allan heimin.
Eskjurnar eru síðani sendar til teirra, sum líða neyð og sum helst ikki fingu aðra jólagáva enn hesa.
Íalt eru savnaðar einar 50 milliónir skógvaeskjur inn, síðani tiltakið byrjaði í 1990. Hetta er óivað besta jólagávan og kanska tann einasta gávan, sum tey fáa.
- Tað er eingin ivi um, at hjá hesum børnunum hevur ein slík gáva veruliga gjørt mun, verður sagt.
Tað er felagsskapurin Christmas Child, ið stendur fyri tiltakinum, og í Føroyum eru tað fólk úr sunnudagsskúlanum í samkomuni Lívdini í Hoyvík sum skipa arbeiðið her.
Hvørt ár verða umleið 7 mió eskjur latnar til børn í 95 londum. Tað eru sjálvboðin fólk og felagsskapir í USA, Kanada, Australia, Bretlandi, Hollandi og Føroyum sum savna hesar inn.
Allar hesar túsundtals eskjurnar verða sendar til lond sum Armenia, Hvítarussland, Bosnia, Liberia, Mosambique, Serbia, Swaziland og Ukraine.
Í fjør fóru føroyski skógvaeskjurnar umvegis Ongland til Rumenien, meðan tær í ár verða sendar til børn í Eystureuropa.









