Umleið 300 fólk vóru til serligt tiltak á Slættanesi í gjár. Felagssangur, harmonikutónleikur og føroyskur dansur vóru á skránni, tá umleið 300 fólk hugnaðu sær á Slættanesi í gjár.
Veðrið var av tí allarbesta, og tí var møguligt at borðreiða úti til øll tey, sum høvdu leitað sær norður á Slættanes. Á skránni vóru eisini røður. Sigrið Dalsgarð hugleiddi um barnaárini á Slættanesi, og Árni Jacobsen tosaði um, tá hann sum blaðungur var lærari á Slættanesi. Martin Restorff Jacobsen, prestur læs úr gamlari lestrarbók.
Í sambandi við tiltakið sigldi gamli ferðabáturin Ólavur millum Oyrargjógv og Slættanes, skrivar joanis.fo