Aftur í ár skipaði Tórshavnar kommuna saman við Kiwanis Rósan fyri fløskumóttøku á ólavsøku í miðbýnum í Havn. Átakið eydnaðist sera væl. Ung sum gomul gagnnýttu møguleikan at ogna sær nakrar eyka krónur, tá fløskufongurin varð avreiddur. Somuleiðis varð talið av bæði brotnum og heilum fløskum í gøtunum so lítið, sum tað sjáldan áður hevur verið:
- Tað gekk ótrúliga væl í ár. Eini 25.000-30.000 fløskur komu inn til okkara. Einasti trupulleikin í ár var, at nakrir ungdómar gjørdu herverk á skúrin hjá okkum, men einki brotnaði, sigur Karin Jacobsen, formaður í Kiwanis Rósan.
Spurd, um fløskumóttøkan verður eitt afturvendandi tiltak, ivast Karin Jacobsen onga løtu:
- Ja, fløskumóttøkan verður heilt víst á hvørjum ári. Flest øll hava tikið undir við átakinum, og býurin verður nógv reinari, sigur Karin Jacobsen at enda.