3,13 sekund frá World Cup-metinum

Eitt er, at Pál Joensen við sigrinum hevur sligið sítt navn enn meira rimmarfast millum bestu langteinararnar í heiminum.

Annað er, at Pál, sum svam teir 1.500 metrarnar upp á 14.32,64 bara var 3,13 sekund frá World Cup-metinum í 1.500 metrum á stuttbana.

Tað metið setti Grant Hackett afturi í ár 2000. Grant Hackett er maðurin, sum í dag eigur heimsmetið á 1.500 metrum á langbana.

Leggjast kann afturat, at gamla metið hjá Pál á teininum var 14.39,99.