»Leingi er tað, ið væl skal vera«, plaga vit at siga um okkurt, sum tekur langa tíð at fremja.
Stríðið hjá teimum samkyndu at vinna javnrættindi hevur tikið drúgva tíð – serliga í Føroyum, tí vit hava verið nógv varnari at flyta okkum, enn so at siga øll onnur lond í Evropa.
Eitt sereyðkenni fyri okkum føroyingar er, at um eitt mál er ov eymt – kanska ov pínufult at viðgera, so útflyta vit bara problemið uttanlands. Tað hava vit gjørt við okkara medborgarar, ið hava borið sálarlig brek. Tað hava vit gjørt við fangar í øldir, og tað sama gera vit framvegis við kvinnur, ið ynskja fría fosturtøku. Og tað sama hava vit gjørt við okkara samkyndu borgarar. Samfelagið hevur sagt – um ikki beinleiðis, at »slíkar medborgarar ynskja vit ikki í Føroyum«.
Hóast vit ikki duga so væl at flyta okkum, so koma broytingarnar ofta uttanífrá. Soleiðis var eisini byrjanin til, at føroyingar í heila tikið fóru at umrøða samkynd. Tað var í 1987, at eitt lógaruppskot við kongiligari fyriskipan varð lagt fyri tingið. Tað er tað, sum vit í dag kalla eitt ríkislógartilmæli, tá danskar lógir verða settar í gildi í Føroyum. Ta ferðina í 1987 snúði tað seg um at broyta revsilógarinna grein 266b soleiðis, at hon eisini umfataði niðring av samkyndum.
Hetta málið var fyri á landsstýrisfundi 10. desember í 1987, og landsstýrið samtykti at leggja málið um at seta lóg nr. 337 frá 3. juni 1987 um broytingar í revsilógini um forboð móti mismuni vegna rasu v. m. í gildi í Føroyum – og Atli P. Dam, løgmaður, bar tað víðari uttan viðmerkingar í tingið.
Grein 266b var soljóðandi:
»Den, der offentligt eller med forsæt til udbredelse i en videre kreds fremsætter udtalelse eller anden meddelelse, ved hvilken en gruppe af personer trues, forhånes eller nedværdiges på grund af sin race, hudfarve nationale elle etninske oprindelse eller tro eller seksuelle orientering, straffes med bøde, hæfte eller fængsel indtil 2 år«
Tað vóru hesi trý orðini: »eller seksuelle orientering«, sum skuldu leggjast afturat. Ikki tí at vit høvdu kjakst um hetta í Føroyum, men tí, at soleiðis gjørdu tey í Danmark.
Og so var tað, at Niels Pauli Danielsen, landsstýrismaður fyri Kristiliga Fólkaflokkin, og løgtingsmaður floksins, Tordur Nicalsen, vaknaðu við kaldan dreym:
Skuldu vit nú blástempla siðloysi sum homoseksualitet?
Tað vildu teir ikki. Og nú var eldur í skálanum. Nógv kjak var, og nógvar vóru ákoyringarnar ímóti landsstýrinum, sum »vildi fremja hetta siðloysi í Føroyum«. Politiska skipanin megnaði ikki at standa ímóti trýstinum – og endin varð, at málið varð felt í løgtinginum. Bara ein atkvøða var fyri, og hana átti einasta kvinnan á tingi, Karin Kjølbro.
Hetta málið skalaði samgognuna millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Kristiliga Fólkaflokkin illa. Og tá landsstýrið á vári í 1988 legði uppskot fram um at seta eina javnstøðunevnd, sum skuldi tryggja javnrætt millum kvinnur og menn, var aftur galið. Hetta siðloysið vildi Kristiligi Fólkaflokkurin ikki vera við til. Flokkurin kravdi, at løgmaður tók uppskotið aftur. Tað vildi Atli P. Dam ikki hoyra talan um. Vildi Kristiliga Fólkaflokkurin ikki vera við til at fremja javnstøðu millum kvinnur og menn á hendan hátt, so mátti flokkurin heldur fara.
Og so varð.
Kristiligi Fólkaflokkurin fór úr samgonguni – og hin helvtin av flokkinum, sum var farin í tvínginar, Adolf Hansen, kom upp í samgonguna í staðin.
Adolf Hansen hevði tá stovnað Framsóknarflokkin, og landsstýriskvinna fyri Framsókn gjørdist Karolina Petersen.
Men javnstøðulógin mátti bíða. Tingmenn hildu tað vera siðloysi og ógudiligt at fremja javnstøðu millum menn og kvinnur við lóg. Ikki fyrr enn seks ár seinni var løgtingið búgvið til at samtykkja javnstøðulógina.
Stríðið um 266b tendraði aftur um aldarskiftið, tá Finnur Helmsdal, sáli, og Annita á Fríðriksmørk løgdu tað framaftur. Tað varð felt fyrru ferð. Men seinnu ferð varð tað samtyk.
Hetta málið var beinleiðis orsøk til, at Karsten Hansen vendi Tjóðveldinum – sum hann hevði stríðst fyri alt lívið – bakið, tí hann kundi ikki vera í einum flokki, sum atkvøddi fyri slíkum siðloysi.
Restina av søguni kenna vit. 266b hevur ongantíð havt nakran týdning, tó at spurningurin hevur havt so stóran týdning fyri nakrar fáar tingmenn. Men lógarbroytingin hevði ein symbolskan týdning – ein týdning, sum fríggjadagin førdi til, at løgtingið samtykti, at tvey fólk av sama kyni kunnu giftast í Føroyum.
Tey atfinningarsomu kunnu hava rætt í, at 266b var ein forleypari fyri tí, sum tey kalla »siðloysi«, og sum onnur kalla »nátúrlig borgarlig rættindi«.
Kjakið og stríðið um 266b – at tað ikki er lov at happa fólk, tí at tey eru samkynd, førdi til, at ein meiriluti í fólkinum og í Løgtinginum nú halda, at tað er í lagi, at tvey av sama kyni kunnu giftast borgarliga.