Løgreglan hevur í dag tikið 28 bilførarar fyri at koyra við píkum. Píkatíðin endaði mikudagin, og fram til 15. oktober er ikki loyvt at koyra við píkadekkum
Teir 28 bilførararnir, sum vórðu tiknir í morgun, fáa bót. Løgreglan sigur, at tey dagliga fara at gera kanningar, og øll sum ikki tíma ella ikki minnast til at skifta dekkini, fáa bót.
Skuldi onkur kavadagur komið aftur, so mugu fólk bara klára seg sum frægast - tí píkadekkum sleppa tey ikki at koyra við, tí tey eru bannað við lóg.