Í minsta lagi 28 fólk eru deyð í einum meslingaútbroti í Meksiko.
Tað sigur heilsumálaráðharri landsins, David Kershenobich, og tað er tíðindastovan, Reuters, sum endurgevur.
Tilsamans eru 9074 smittutilburðir staðfestir í landinum eftir útbrotið, sum byrjaði í fjør.
Meslingar er millum tær sjúkur, sum smitta ringast.
Í Noregi veit www.tv2.no at siga, at seinast eitt skrásett deyðsfall var av meslingum í landinum, var í 1985.











