253 fólk í Havn tjena yvir eina millión

20 kvinnur og 233 menn í Tórshavnar kommunu tjena yvir eina millión krónurum árið.

Tað visir uppgerð, sum Sosialurin hevur gjørt burtur úr skattalistanum hjá Tórshavnar kommunu, sum hevur ligið frammi seinastu 11 dagarnar.

Gjøgnumgongdin vísir, at tað tað eru so nógvar ferðir fleiri menn enn kvinnur, sum tjena nógvar pengar, og at læknar hava serliga høgar lønir.

Meira kann lesast í Sosialinum, sum fæast í leysasølu kring alt landið í kvøld, og sum kann keypast í talgildari útgávu á sos.fo