Hugnaløta var seinnapartin í gjár á Ellisheiminum í Havn í sambandi við, at Rannvá Jakobsen helt 25 ára starvsdag. Hóast hon hevur rokkið pensjónsaldri, so heldur hon fram í starvinum.
Annika Olsen, borgarstjóri, segði í stuttari røðu fyri Rannvu, at henni var sagt, at eingin dugir sum hon at fáa stemning í á Ellisheiminum og at leiða bæði húsfólk og starvsfólk í sangi.
- Um hetta er viðføtt, og harvið arvur úr Lorvík, ella um tú hevur tilognað tær hesi evni við at gifta teg inn í Føroya kanska mest musikalsku familju, skulu vit lata vera ósagt. Úrslitið er líka gott fyri tað, segði Annika Olsen og sipaði til, at Rannvá Jakobsen sum ung giftist við yngsta beiggjanum av systkjunum á Kamarinum, Jákupi.
- Mær er sagt, at fyrrverandi borgarstjórin Poul Michelsen einaferð bjóðaði tveimum kvinnum starv á Ellisheiminum. Tú tók av tá og hevur líka síðan 1992 verið trúføst á Ellisheiminum. Og tað er trúfesti, sum vil nakað, tí hóast tú ert farin um tey 67 og kundi pakkað saman, so hevur tú valt at halda fram í starvinum. Og hetta eru øll á Ellisheiminum og vit í kommununi takksom fyri, segði borgarstjórin.
- Niðurstøðan er, at tú ert ein stórur ágóði fyri bæði húsfólk, avvarðandi og starvsfólk á Ellisheiminum, segði Annika Olsen millum annað í røðu síni.
- Eg fari vegna Tórshavnar kommunu at ynskja tær tillukku við starvsdegnum og takka tær hjartaliga fyri góða tænastu - og fyri at tú ikki fýrir fyri at taka eitt tørn aftrat, segði Annika Olsen, borgarstjóri, áðrenn hon handaði blómur og gávu frá kommununi.