24. umfar: Fýra spælarar fingu fyrstu minuttirnar

Pætur Skibanes skoraði eftir bara fimm minuttir á vøllinum, meðan tríggir aðrir fingu debut

Sunnudagin var 24. umfar í Betri deildini hjá monnum. Spenningurin er rokin í fleiri pørtum av landskappingini, og tað sást aftur í summum av liðuppstillingunum. Hartil vóru óvanliga nógv leikbann.

 

Les eisini: Alt um 24. umfar

 

Tí bleiv eisini pláss til fleiri spælarar, sum fingu sínar fyrstu minuttir í bestu deildini. Ein teirra, sum gjørdi nógv um seg, er 17 ára gamli Pætur Turiðarson Skibanes, ið fekk sínar fyrstu minuttir fyri besta liðið hjá NSÍ. Bara fimm minuttir seinni skoraði hann sítt fyrsta mál, tá hann sendi innleggið hjá Klæminti A. Olsen í málið.

 

Les eisini: (FM1) Samrøða við Pætur T. Skibanes

 

HB vann longu í farna umfari FM, og hartil vóru fleiri spælarar, sum sótu uttanfyri við leikbanni og skaðum. Her tveir ungir mans sínar fyrstu minuttir, tá teir komu á vøllin heilt móti endanum. Teir eru 18 ára gamli Tórmóður Djurhuus, og 17 ára gamli Villiam Emil Klein.

 

KÍ hevði eisini ein nýggjan mann við á liðnum. Talan er um 16 ára gamla Børga Petersen, sum spældi allan dystin, tá KÍ vann 3-0 á AB. Eitt skifti vóru tríggir U17-spælarar á vøllinum.

 

Hartil kann nevnast at spælarar sum 16 ára gamli Gutti Dahl-Olsen (EB/Streymur), Jonn Johannesen (KÍ), Jóhan W. Høgnesen (KÍ) og Sjúrður Pauli Nielsen (NSÍ) komu allir á vøllin fyri aðru ferð.

 

(Kelda: Faroesoccer.com)