24 útlendingar hava spælt í níggju feløgum (øllum uttan HB) í 1.deild higartil. Tað størsta talið av útlendskum leikarum eigur Sumba - fýra. KÍ, ÍF, B36, B68 og B71 hava brúkt tríggjar útlendingar hvørt, VB og NSÍ tveir, GÍ ein, og HB ongan.
Hesir 24 útlendingarnir umboða níggju ymisk lond - í Europa og í báðum pørtunum av Amerika.
Í fyrru helvt av kappingin í 1.deild spældu níggju jugoslavar, seks pólverjar, tríggjar brasiliumenn, og Danmørk, Ongland, Bulgaria, Rumenia, Ungarn og USA hava hvør sín leikara.
Helvtin av hesum 24 útlendingunum megnaðu at skora í 1.deild. Útlendingar gjørdu 25 av 152 málunum í 1.deild higartil, og fýra teirra fingu fimm reyð kort av teimum 17 higartil í ár.