15. september skipaði Rudda Føroyar fyri ruddingardegi í Føroyum, har fólk kring landið fóru út og savnaðu burturkast saman.
Rudda Føroyar toymið takkar samskiparum, sjálvbodnum, samstarvsfelagum og stuðlum, ið hava hjálpt til við at gjørt átakið til veruleika. Rudda Føroyar skrivar soleiðis:
- Alt í alt hevur Rudda Føroyar 2018 verið ein áminning um, hvussu stóra byrðu vit kunnu lyfta, tá vit samstarva – heili 22 tons! Ruddingar bata um støðuna her og nú, men hugburðsbroytingar og endurhugsan skulu til fyri at búna okkara samfelag, so dálking verður søga.
Yvirskipaða endamálið við verkætlanini Rudda Føroyar er at fáa ein reinan og sunnan ruskleysan heim. 15. september 2008 fór fyrsti samskipaði ruddingardagurin hjá Let’s Do It World av bakkastokki í Estlandi, og nú, 10 ár seinni, vóru Føroyar við á fyrsta altjóða ruddingardegnum, World Cleanup Day. Føroyar taldust millum tey 150 londini, ið luttóku á altjóða ruddingardegnum.