21 stjórnarleiðarar til Oslo í dag

Trygdin er í hásæti, nú 21 ríkis- og stjórnarleiðarar koma til Oslo í sambandi við, at ársins Nobel-friðarheiðursløn verður handað ES á middegi í dag. Løgreglan er væl mannað á varðhaldi, myndugleikarnir hava lýst flúgviforboð uppi yvir høvuðsstaðnum, og tyrlur hjá flogvápninum skulu tryggja, at tey nógvu privatflogførini sleppa at seta seg á Gardermoen-vøllin í øllum góðum.

Hetta er fyrstu ferð, at so nógvir útlendskir leiðarar koma til Oslo ísenn, og við sær hava teir hvør sína sendinevnd. Harafturat koma fleiri týðandi ES-embætismenn til Oslo.

Tað verða ES-forsetin, Herman van Rompuy, formaðurin í ES-nevndini, Jose Manuel Barroso, og formaðurin í Evropatinginum, Martin Schulz, sum skulu taka ímóti heiðurslønini. Teir tríggir (myndin) komu til Oslo í gjár.