207 føroyingar fingu krabbamein í fjør

Mest vanliga slagið av krabbameini, er húðkrabbi

Í fjør fingu 207 føroyingar krabbamein.

 

Tað vísir ein uppgerð hjá Krabbameinsfelagnum.

 

Tað er nakað væl lægri enn í 2013, tá ið 248 føroyingar fing krabbamein, og tað er samstundis størsta talið av krabbameinstilburðin upp á eitt ár, síðani í 1995, tá ið 180 tilburðir vórðu skrásettir.

 

Lægst var talið í 2000, tá ið 153 føroyingar fingu krabbamein.

 

Felagið staðfestur, at hjá kvinnum er bróstkrabbi, vanligasta slagið av krabbameini, men tað talið er rættiliga støðugt. Hesi seinastu sjey árini, eru einir 20 til 25 tilburðir av bróstkrabba staðfestir um árið.

 

Hjá monnum er prostatakrabbi vanligasta slagið av krabbameini og har eru ímillum 21 og 40 tilburðir staðfestir um árið.

 

Krabbameinsfelagið vísir eisini á, at lungnakrabbi er eisini ein av vanligastu sløgini av krabbameini. Hvørt ár fáa ímillum 10-15 føroyingar staðfest lungnakrabba, og hetta talið er rættiliga støðugt.

 

Men mest vanliga slagið av krabbameini yvirhøvur, er húðkrabbi, sum vóru 22 í tali í 2011, men 52 í tali í 2013 eru í fjør vóru 49 tilburðir av húðkrabba.

 

Krabbameinsfelagið vísir á, att hinvegin er talið á skrásettum tilburðum av móðurmerkjakrabba fallið munandi, seinastu árini, 16 tilburðum í 2005 niður í tveir tilburðir í fjør.