Nú skula vit aftur brúka pengar upp á flogvøllin har vestri – mín støða er púra greið, flogvøllurin í Vagum skal bara haldast við líka til tann á Glyvursnesi er klárur og hareftur sum ein alternativ floghavn.
Okkara dugnaligu flogskiparar hava longu verið frammi og sagt, at flogvøllurin í Vagum ongantíð verður betur enn næstbest. At brúka meira pengar upp á vøllin har vesturi er burturspilt, og at leggja hann á Sandoynni er ein onnur oyðimørk.
Tíðirnar eru nógv, broyttar síðan flogvøllurin í Vágum kom – nú er tann føroyski flogvøllurin blivin ein partur av arbeiðinum hjá so nógvum føroyinum, eg hugsi um tey sum flúgva í arbeidsørindum bæði á landi og sjógvi. Sjálvur flúgvi eg nógv í samband við mítt altjóða arbeiði runt um í verðini, og ringast er at lenda í Føroyum/Vágum.
Ein flogvøllur á Glyvursnesi í altjóða stødd er lykilin til framtíðina – eisini standa vit á gáttini til eina oljuvinnu har flúgving bara er eitt ‘must’ - har eisini er neyðugt við einari alternativari lufthavn – tað skal bara koyra. Eg hugsi eisini um útfluting loftvegis av feskum alifiski laksi og toski t. d. Síggi fyri mær eitt farmaflogfar lætta sær við fleiri hundrað tonsum av ali-toski beinleiðis á japanska marknaðin t. d.
So her muga menn sum varða av hesum økjum – stinga høvdini saman og koma ígongd so flogvøll a Glyvursnesi blívur til veruleika landi og fólki at gagni.