- Vit hava alla tíðina sagt, at keypið av Amagerbanken fór at kosta umleið 95 milliónir krónur í øðrum útreiðslum. Talan er fyrst og fremst um umleggingina av KT-skipanini, so hon koyrir saman við restini av BankNordik-kervinum, sigur Janus Petersen.
Í sambandi við, at ársroknskapurin fyri 2011 arð lagdur fram í gjáramorgunin, vóru Janus Petersen, forstjóri, og Árni Ellefsen, fíggjarstjóri í Danmark, har bankin nýtti høvi til at halda íleggjarafund samstundis.
Og í tí sambandi er vert at nevna, at kursurin á partabrøvunum hjá bankanum hækkaðu millum 13% og 19%, tá úrslitið varð greitt.
Tað var ætlanin, at konverteringin av KT-skipanini skuldi vera framd í november, men tað vísti seg, at av orsøkum, sum lógu uttan fyri ávirkan bankans, lat hetta seg ikki gera.
- Tí vórðu vit noydd at útseta hesa konverteringina, sum so í staðin fór fram 17. februar í ár, sigur Janus Petersen.
Hetta merkir, at bankin fær nakar eykaútreiðslur í ár sum standast av, at konverteringin varð seinkað.
- Tað kostar umleið tíggju milliónir krónur um mánaðin, at koyra við tveimum ymiskum KT-skipanum, og tað merkir so aftur, at vit fáa eina eykaútreiðslu á 30 til 50 milliónir krónur í ár av hesum, sigur Janus Petersen.
Støðugt í Danmark
Eitt annað, sum eisini hevur kostað pengar, er navnaskiftið frá Føroya Banka til BankNordik, og hetta er eisini galdandi fyri Amagerbanken.
Og hetta førdi í heyst til nakað av órógv um bankan og tað hoyrdist, at kundar umhugsaðu at skifta frá Amagerbanken, men hetta hevur kortini ikki víst seg at gerast veruleiki.
- Vit hava fingið um 80.000 nýggjar privatkundar og einar 10.000 smáar vinnukundar við Amagerbanken, og tað er ein stór kollvelting, tí vit yvirtaka ein banka, sum er væl størri, og vit sjálvir vóru framman undan, sigur Janus Petersen.
Hann sigur seg kunna staðfesta, at teir ikki hava mist kundar í Amagerbanken, síðani hann gjørdist føroyskur.
- Kundar koma og fara, men kundaskarin er støðugur í deildunum hjá BankNordik í Danmark, sigur Janus Petersen.
Forstjórin sigur, at bankin liggur strategiskt væl fyri í fýra teimum størstu býunum í Danmark, Keypmannahavn, Ålborg, Odense og Esbjerg. Hartil liggja teir eisini í tríhyrningsøkinum, Kolding, Horsens, Vejla.
- Vit hava sostatt savnað okkum í teimum mest fíggjarliga aktivu økjunum í Danmark, sigur Janus Petersen.
Eisini deildirnar í Grønlandi hava givið eitt rímilgt avkast.
- Vit hava valt at savnað deildirnar í Grønlandi í Nuuk, tí tað er har allur aktiviteturin er. Samstundis ber væl til at veita tænastur til kundar kring landið úr Nuuk, sum ger raksturin nógv meri rationellan, sigur Janus Petersen
Nøktandi trygging
BankNordik hevur bankavirksemi í Føroyum, Danmark og Grønlandi, men samtakið umfatar eisini tryggingarvirksemi.
Í Føroyum eitur tryggingarfelagið Trygd, og fyri fáum árum síðani keypti bankin íslendska tryggingarfelagið, Vørður.
- Sum hjá øðrum tryggingarfeløgum royndist fjórði ársfjórðingur sera illa við ringum ódnum 25, novembur og 1. jóladag, sum kostaði Trygd 25 milliónur krónur, sigur Janus Petersen.
Kortini megnaði tryggingarparturin av samtakinum at hava svørt tøl á botnlinjuni – við 20 milliónum krónum.
- Vit eiga umleið 15% av marknaðinum í Íslandi, og tað er nøktandi. Tað er eisini nøktandi – við teimum stóru skaðunum í november og desember – at tryggingarvirksemið fekk eitt rímiliga stórt avlop, sigur Janus Petersen.
Bankin niðurjusteraði væntanina í fjør heyst, og metingarnar fyri árið í ár siga 150-200 milliónir krónur.
- Tá skulu so hesar mettu 30-50 milliónirnar dragast frá, sum konverteringin av KT-skipanini kostar. Hyggja vit longur fram vænta vit eitt avlop í 2013 og 2014 á millum 200 og 250 milliónir krónur, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik.